2014-06-08 16:28
Frystitrolarin RAN, sum hevur verið á kongafiskaveiðu í Irmingahavinum, kemur á Kollafjørð seinnapartin í dag. RAN hevur góð 300 tons av kongafiski, sum verður landaður í Kollafirði týsdagin.
Tað eru 4 vikur síðan RAN fór úr Føroyum. Veðrið hevur verið gott í Irmingahavinum.
Akraberg hevur eisini verið í Irmingahavinum, Akraberg kemur á Fuglafjørð í dag, Akraberg hevur 230 tons.
Tað vóru nógv skip í Irmingahavinum, føroysk, íslendsk, russisk, norsk og ES-skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald