2014-03-06 02:27
Rækjutrolarin Havborg, sum landaði í Kårvik í Norður-Norra um vikuskiftið, fór nýggjan túr mánadagin. Havborg fer aftur hendan túrin at fiska við Svalbard, teir rokna tó ikki við, at sleppa á somu leið, sum teir royndu seinasta túr, tí nú er nógvur ísur har á leiðini.
Havborg skifti manning í Tromsø, har teir eisini tóku útgerð og bunkraðu.
Havborg hevur gjørt tveir góðar rækjutúrar higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald