2014-02-26 21:22
Stjørnan og Polarhav landa í dag á Kósini í Klaksvík, teir hava gjørt góðan túr, tilsamans hava teir 370.000 pund, meginparturin er upsi. Av Kósini verður sagt, at tað er góður upsi teir hava - meðalvektin liggur omanfyri 5 pund. Teir hava roynt eystanfyri hendan túrin, teir byrjaðu túr 15. februar.
Polarhav og Stjørnan fara nýggjan túr í kvøld.
Í morgin landar Grønanes á Kósini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald