2017-01-17 21:36

Grønlendski trolarin Polar Nanoq hevur nú vent og siglir aftur til Íslands, sambært tí sum MBL.is skrivar, so hevur skiparin fingið boð um at venda - Polar Nanoq fór av Hafnafirði leygarkvøldið.
Sambært mbl.is so er ein tyrla við løgreglumonnum á veg til Polar Nanoq, har eisini danska verjuskipið Triton er statt.
Sambært íslendskum miðlum, so hevði onkur á manningini leiga ein reyðan Kia Rio bil, og ein bilur av hesum slagnum er sæddur á vakmyndatólið á havnaøkinum í Hafnarfirði, bert nakrar fáar minuttir eftir at telefonin hjá Birnu Brjánsdóttir, sum bleiv vekk leygardagin.
Les eisini: Grímur:???Rannsóknin á viðkvæmu stigi??? - Triton er ávegis til Polar Nanoq
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald