JN

??ðnarveður herjar um alt landi og nógvir skaðar fráboðaðir

...

2016-12-25 15:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ódn uppí 73 m/sek.

Løgreglan: Góðu tit øll

Nú er aftur óðnarvegur og vit fara at heita á tykkum øll um at hugsa tykkum væl um áðrenn tit fara út at ganga ella at koyra.

Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført - har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum....
Vit fráráðað at koyra har í løtuni.

Vit á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni.

Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverk www.landsverk.fo ella at trýsta á hesa leinkjuna

http://portal.fo/vitja.php?vitja=http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=16279

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder