JN

??dnarveðrið av á hesum sinni

...

2016-12-26 11:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgreglan:

Føroyar hava síðani lítlajólaaftan verið sera hart raktar av ódnarveðri. Lítlajólaaftan herjaði ódnin "Barbara" og viførdi nógvan skaða. 1-1-2 alarmsentralurin og vaktsentralurin fekk frá middegi lítlajólaaftan til jólaaftans morgun 256 fráboðanir um stormskaðar. Skaðarnir snúðu seg um tøk, húsaklædning og líknandi.

Tíbetur hendi ongin fólkaskaði.

Veðrið bleiv heldur frægari frá middegi jólaaftan til á middegi jóladag, tá ódnin "Urd" brast á við nógvari vindmegi og ðdnin helt á til fyrrapartin í morgun. Eisini henda ódnin viðførdi nógvan skaða og harðast gekk út yvir Klaksvík, Gøtu, Kambsdalur og Skálafjørðin.

1-1-2 alarmsentralurin og vaktsentralurin hevur síðani á middegi jóladag til fyrrapartin í dag fingið umleið 350 fráboðanir um stormskaðar. Skaðarnir snúgva seg um tøk, húsaklæðningar og líknandi.

Hósast ógvusliga veðrið, var bert ein fráboðan um fólkaskaða, har ein kvinna í Eysturoynni feyk í vindinum og breyt beinið.

??dnarveðrið sær út til at vera av á hesum sinni og vindurin er nógv minkaður.

Sløkkilið og Bjarningarfeløg runt um í Føroyum hava gjørt eitt framúr gott arbeiði.

Jón Klein Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder