2014-06-16 21:42
Tað hevur gingið ógvuliga væl við byggingini av nýggja uppisjóarvirkinum í Fuglafirði. Nú er komið so langt, at teir hava ásett, at maskinurnar skulu royndarkoyrast um hálvan juli, soleiðis at klárt verður at taka ímóti sild og makreli fyrst í august.
Í Fuglafirði eru tey sera spent, til nýggja virkið byrjar at framleiða.
Taðer byggifyritøkan Mortan Thormann Vang í Froðba, sum byggir høllina í Fuglafirði, sama byggifyritøka bygdi eisini Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald