Oljuvinnufelagið mælir til, at ráðleggingarnevnd verður sett at eftirmeta gongdina innan oljuvinnuna higartil.
Oljuvinnufelagið legði í farnu viku fram ársfrágreiðing sína. Í henni mælir Oljuvinnufelagið millum annað til, at ein ráðleggingarnevnd verður sett at eftirmeta gongdina innan oljuvinnu higartil, veita ráð um framtíðar menning og viðgera tær avbjóðingar, sum fylgja við, um olja verður funnin í rakstrarverdum mongdum á føroysk landgrunninum. Ráðleggingarnevndin nýtist ikki at kollvelta vælvirkandi kolvetnislógina og leistin, hon er skorin eftir. Hinvegin skal hon taka upp spurningin um, hvussu vit menna okkum uppaftur meiri á hesi leið, og samstundis kann hon viðgera spurningin um, hvussu henda luttøka í altjóða oljuvinnu kann skipast í samljóði við virksemi heima í Føroyum. Avbjóðingin er at skapa felags fyrimunir fyri eina oljuvinnu og fyri føroyska samfelagið.
Oljuvinnufelagið tekur undir við, at væl meiri verður gjørt burturúr at marknaðarføra føroyska landgrunnin fyri oljufeløgum til tess at fremja áhugan fyri áhaldandi leiting eftir kolvetnum. Felagið heldur, at peningurin til marknaðarføringin átti at verið settur av á fíggjarlógini, heldur enn at brúkt verður burturav pengum, sum oljufeløgini annars hava játtað til førleikamenning í Føroyum.
Ársfrágreiðingin hjá Oljuvinnufelagnum sæsther.
Kelda: vinnuhusid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald