![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Nú verða stig tikin til eina ætlan, um at byggja leiguíbúðir Undir Hagabrekku í Skálavík. ??tlanin verður framd av privatari fyritøku, í samstarv við íbirtaran av ætlanini, Birgir Waag Høgnesen. Stigtakararnir hava sjálvir útvega sær lendi til ætlanina.
Kommunan hevur leingi hugsað um møguleikan við íbúðum og at útvega størri byggiøki til sethús, men var ikki komin nakran veg enn. Onkur hugskot hava tó verið, sigur borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen. Kommunan kann ikki sjálv fara undir slíka íbúðarætlan, og tí gleðist eg um, samstarvið við íbirtaran til hesa ætlan. Verkætlanin er sett at vera endaliga liðug um ólavsøkuleitið 2022.
Spennandi verkætlan
Linjohn Christiansen fegnast um verkætlanina, sum hann hevur vita um eina tíð, men ikki fyrrenn nú, er ætlanini komin so langt, at tosast kann alment um málið. Talan verður um eina sera spennandi íbúðarverkætlan, sum fevnir um 10 til 12 nýggjar leiguíbúðir, við góðari staðseting og útsýni, sigur hann.
Tá hugskotið kom, fyri einum hálvur árið síðani, var eg beinanvegin klárur, at veita ta hjálp, ið skuldi til, fyri at ætlanin kundi eydnast. ??formligir fundir hava verið í millum stigakarnar og borgarstjóran, sum trýr uppá ætlanina, sum hon liggur nú.
Góð staðseting
Í Skálavík verður ringt at finna eina betri staðseting enn hana stigtakrarnir hava funnið, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at tað er eingin loyna, at tað verður stórur tørvur á bústøðum í Skálavík, serliga nú tunnilin nærkast. Tí er alneyðugt, at allir partar samstarva um at finna loysnir, og tað vil Skálavíkar kommuna meira enn fegin. Nú skal málið sína vanligu gongd við byggiloyvum og treytum annars, sigur borgarstjórin í Skálavík. Eg havi ta fatan, at ongin kann vera í móti, at tað koma betri íbúðarmøguleikar í Skálavík, sigur hann.
Tað skal ikki standa á frá okkara síðu, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri, sum er væl nøgdur við samstarvið við stigtakararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald