2014-02-07 22:01
Norðborg er í dag á Fuglafirði, har teir taka lodnunótina umborð. Um teir fara beinleiðis á lodnuveiðu, vita vit ikki.
Á myndini, sum Jón Thomsen hevur tikið, sæst eisini Fagraberg, sum kom á Fuglafjørð seint í gjárkvøldið við 3.000 tonsum av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald