Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2020-12-10 22:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg var í Ánunum týskvøldið, har teir landaðu eitt sløð av heilfrystum makreli, fyri at gera pláss fyri tí teir høvdu í tangunum.

Tá ið Norðborg fór úr Ánunum aftur løgdu teir seg vestanfyri at frysta restina, teir liggja í kvøld tætt norður úr Slættanestanga.

Seinnapartin í morgin skulu teir landa, skipið er fult - 1.400 tons av heilfrystum makreli.

??tlanin er at fara nýggjan túr leygardagin, segði skiparin Jón Rasmussen fyrr í kvøld, tá ið vit tosaðu við hann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder