Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2014-02-06 02:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg fór at sigla inn í nátt, í dag og í kvøld hava teir ligið vestanfyri Suðuroy og arbeitt tað undan, sum var í tangunum. 

Vit tosaðu við skiparan - Jón Rasmussen fyri løtu síðan. Jón segði, at teir góðust at fiska, tí tað teir fingu var so smátt. Norðborg hevur 965 tons av frystum, 175 tons av mjøli og 120 tons av lýsi.

Norðborg landar í Ánunum í morgin, teir byrja at landa á middegi.

Tað eru 26 mans við Norðborg hendan túrin

Jón Rasmussen segði, at teir helst fara á lodnuna, tá ið farið verður nýggjan túr, men hann segði eisini, at lodnufiskiskapurin við Ísland ikki enn hevði tikið seg rættuliga upp, so íslendingar vóru í døpurhuga, hvussu tað bleiv við lodnuni, men summi ár plagar tað at verða soleiðis, segði skiparin á Norðborg - Jón Rasmussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder