Vinna

Norðborg hevur fiskað lodnukvotuna

...

2014-02-21 18:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg hevur fiskað alla lodnukvotuna - tilsamans 2.000 tons - Norðborg fór at sigla til Føroyar í gjárkvøldið, men teir hava havt óveður beint ímóti í nátt, segði skiparin Jón Rasmussen, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann, men nú var veðrið batnað, Jón roknaði við at verða í Ánunum kl. 10 leygarmorgunin, har teir skulu landa veiðuna.

Teir vóru inni í Reykjavík týsdagin, har teir landaðu 220 tons, fyri at fáa pláss fyri tí teir kundu fiska.

Norðborg er fullfermd, teir hava uml. 1.300 tons av frystum, 220 tons av mjøli umframt tað hava teir eisini eitt sløð av lýsi.

Tað hava verið 33 mans við Norðborg hendan túrin, harav telur manningin 28, umframt manningina hava tað verið 3 japanesarar, sum skulu keypa frystu lodnuna, 1 hálendingur, sum hevur kannað frystiútgerðina og ein maskinlærlingur.

Jón Rasmussen roknar við, at teir koma at liggja í nakrar dagar, til svartkjaftafiskiskapurin hevur tikið seg rættuliga upp í føroyskum sjógvi.

Føroysku skipini á lodnuveiðu við Ísland eru: Fagraberg, Finnur Fríði, Tróndur í Gøru og Jupiter.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder