2021-10-04 06:18

Tann 16.09.2021 fór eg inn á Skálsbotn at fiska laks, eg stillaði meg við ósan og gekk naka aftur og fram við ánna, men tað sum annars skuldi verði ein hugnaligur fiskitúrur bleiv til eitt keðuligt upplivilsi, har eg í staðin fyri at njóta økið og hugna mær við at royna eftur sjósílum og laksi, føldi meg noyddan til at royna at rudda eyrstrondina norðanvert ánna fyri plast spreingitráð o.a.
Eg ruddaði eitt øki á 35 mertar, har bæði spreingitráður, biofiltur og nógv annað plast tilfar lág og sløgdist.
Eg viðaði 1 metur at spreingitráði og vigaði hesin 4 gr. í alt hevði eg á hesum 35 metra langa teini heinta 991 gr. av spreingitráði og gevur tað umrokna til metrar, heilar 227,75 metrar av plast spreingitráði, umframt nógv biofiltur o.a. plast.
Hettar er ómetaliga nógv á einum so lítlum økið og vísur tað heilt greitt, at tey tiltøk sum kommunan og Umhvørvisstovan hava gjørt hesari dálkingi viðvíkjandi, als ikki eru nøktandi.
Hvat gerð Umhvørvisstovan fyri at steðga kommunum og fyritøkum í at bróta umhvørvislógina ferð aftan á ferð ?
Hvat skal til áðrenn Umhvørvisstovan meldar kommunur og fyritøkur sum fremja eina so ógvusliga dálking til løgregluna ?
Tað kann ikki verða rætt, at kommunur og fyritøkur ótálmaðar áhaldandi sleppa at dálka okkara umhvørvið uttan at hettar fær avleiðingar fyri tær !
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald