JN

Nelly hevur nøs fyri narko

...

2016-12-30 15:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein nýggj dama er komin at arbeiða á TAKS. Ein hondplukkað norsk við knallgóðari nøs fyri narko. Talan er sjálvandi um nýggja tollhundin hjá okkum, skjótt tvey ára gomlu Nelly, sum kom til Føroya nú í desember.

Nelly varð løgd tann 27. februar í 2015 og er ein labrador retriever. Hon hevur gott í at bregða sum narkohundur. Mamman er ein rólig lady úr Oslo, og pápin ein smartur bergensari og valutahundur, ið er óførur at finna pengar og onnur virðisskjøl, sum smuglarar royna at sníkja um norska markið.

Áðrenn Nelly kom til Føroya, vóru hon og førari hennara til innleiðandi venjingar í Noregi, og í november var upptøkuroynd hjá norsku tollmyndugleikunum. Tað gekk alt sera væl.

Og nú er Nelly komin heim at hjálpa okkum at verja Føroyar ímóti narko og øðrum oyðileggjandi evnum.

Vælkomin, Nelly,
og gott nýggjár, øll somul.

Taks 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder