2016-09-08 10:01

Komandi leygardag kl.19.00 í Høllini á Hálsi, verður fyrsti Evropa Cup dystur millum Neistakvinnur og Rumensku kvinnurnar CSM Ploiesti.
Tað er ikki á hvørjum degi at so góð evropisk hondbóltslið vitja í Føroyum, so spennandi verður at vita, hvussu leikur ferð. Neistakvinnur taka av avbjóðingini við góðum treysti.
Mikudagin verður eitt Evropa Cup blað borið út til øll húsarhald í Tórshavn, Argjum, Hoyvík, Velbastað og Kirkjubø. Eitt áhugavert blað við góðum lesnaði.
Vónandi síggja vit nógvar áskoðarar í Høllini á Hálsi leygardagin kl.19.00, tað skrivar Neistin á heimasíðu sínni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald