Vinna

Nataarnaq á Havnini eftir útgerð

...

2014-06-19 23:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski rækjutrolarin Nattaranaq hevur verið á Havnini eftir útgerð til nýggjan túr. Teir tóku útgerð frá Vónini m.a. nýggj trol og í gjár royndarkoyrdu teir eitt nýtt trolcamera, sum er frá JT-Eletric, tað sendir myndir - live- frá trolinum til skipið, tað riggaði sera væl og er ein kollvelting innan trolveiðu, verður sagt.

Nattaranaq landaði í Hirtshals 7. mai, síðan tá hava teir verið á værft í Lindø.

Teir fóru av Havnini um middagin í dag, manningin telur 21, harav 7 eru føroyingar, skipari er Dávur Mohr úr Havn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder