JN

Myndir: Senda nú kavarar niður at leita

...

2017-01-30 20:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaðu vit um Føroya Bjór bilin ið er horvin um vikuskiftið, hildið verður, at onkur hevur koyrt hann útav bryggjukantinum í Miðvági.

Kavarar hava leitað har fyrr í dag, men ringt sýni gjørdi, at teir máttu gevast. Bjargingarbáturin Sverri hevur leitað í økinum í fleiri tímar, og fyri løtu síðani gjørdu kavarar seg klárar at fara niður at leita eftir bilinum.

Bilurin er sæddur á Kálvalíðvegnum klokkan 08:30 í gjáramorgunin, hann er eisini sæddur at koyra á bryggjuni í Miðvági. Um fólk vita meira um bilin, verða tey biðin at venda sær til løgregluna.

Sì eisini: Myndir: Halda at Føroya Bjór bilurin er koyrdur á sjógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder