JN

Myndir: Hesi gjørdust ársins á Kappróðrargalla 2016

...

2016-08-27 10:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir lokið kappróðrarár varð ársins kappróðrargalla hildið í bygdarhúsinum í Hósvík mánakvøldið tann 1. august, har heili 263 róðrarfólk luttóku. Tað var kvinnumanningin á Teistanum av Argjum, sum skipaði fyri gallaveistluni, ið var stuðlað av Formula.


Veitslan var hildin við góðum mati frá Matsmiðjuni hjá Ruben, ið borðreiddi við trimum rættum, og Rasmus Magnussen var borðstjóri. Eftir borðhaldið var farið uppá gólv., og tað vóru Olaf Fríðheim, Virgar Dahl, Elin Dahl og Rasmus Joensen, ið skipaðu kvæðini. Eftir føroyska dansin spældi bólkurin BRIM til dans.

Serstakir heiðrar vóru gjørdir til høvið, sum Sverri Tórstún hevði gjørt. Undir borðhaldinum vórðu hesir heiðrar latnir teimum manningunum, ið høvdu sýnt bestu avrik í kappingarárinum innan hesar greinar: Ársins áralag hjá kvinnum og monnum, ársins startur hjá kvinnum og monnum, ársins endaspurtur hjá kvinnum og monnum, ársins comeback hjá kvinnum og monnum og ársins felag.

Hesar manningarnar vunnu teir ymsu heiðrarnar:

Ársins startur kvinnur: Rádni kvinnur
Ársins startur menn: Smyril menn
Ársins endaspurtur kvinnur: Erla Kongsdóttir kvinnur
Ársins endaspurtur menn: Nevið Reyða
Ársins áralag kvinnur: Teistin kvinnur
Ársins áralag menn: Tjaldrið dreingir
Ársins comeback kvinnur: Teistin kvinnur
Ársins comeback menn: Nevið Reyða
Ársins felag: ÍF kappróður.

OPHfoto hevur tikið myndirnar frá kvøldinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder