2021-09-21 18:45

Leygardagin vóru sandavágsmenn í Vestaruskor eftir seyði.
Tann 17. oktober í fjør blivu 10 avdeyðaær og ein brundur slept í Vestaruskor norðantil í Vágum.
Tá ið teir vóru aftur í vár við 7 hornaseyðum sóðu teir, at brundurin, seks ær og sjey lomb gingu eftir.
Teir fingu 19 seyðir heim við sær aftur nú leygardagin, sjey veðrar, seks ær og seks lomb. Lombini sóðu sera gott út, veðranir vóru rímuliga javnir at síggja til, og onkur ær kemur at roynast heilt væl.
Myndir: Jóhannus Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald