2017-01-30 21:32

Bilurin hjá Føroya Bjór, sum var horvin úr Havn í vikuskiftinum, er funnin á botninum við Ytru bryggju í Miðvági.
Bilurin er tikin upp í kvøld, eftir at bjargingarbáturin SVERRI fann bilin, eftir at teir leitaðu í eina løtu, bilurin var fleiri metrar út frá bryggjuni, síðan sendu teir kavarar niður at gera fast á bilin. ein alibátur tók so bilin upp.
Eingin er saknaður í samband við at bilurin er farin á sjógv.
Myndir: Tóri Nielsen, Kristina Mouritsen og Hallur Simonsen.
Sì eisini: Myndir: Halda at Føroya Bjór bilurin er koyrdur á sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald