JN

Myndir: Eldáseting førdi til at eldur kom í trý hús

...

2021-09-26 07:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Seint í gjárskvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í húsum á Stykkinum.

Tey á løgreglustøðini hava havt nógv at gjørt í nátt, og fáa tí ikki sagt nógv meira um málið.

Men av løgreglustøðini verður sagt, at talan er um eldáseting.

Sum myndirnar vísa, so eru húsini farin illa, men tíbetur eingin fólkaskaði.

Løgreglan skrivar á Facebook: "Nógv at gera seinastu nátt, m.a. 2 harðskapsmál, brúksstuldur og eldáseting.

Kanningararbeiðið er ígongd og kemur at taka allan dagin, so politiið kann ikki siga meir um tað fyribils."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder