JN

Myndir: Black Watch vitjar í Ánunum í dag

...

2016-08-27 09:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um 7-tíðinda í morgun kom ferðamannaskipið Black Watch á Ánirnar, tað hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Rosyth í Skotlandi.

Skipið var tikið í sigling í 1972 og er bygt á skipasmiðuni í Helsinki í Finnlandi. Black Watch var upprunaliga 178 metrar langt og 25 metrar breitt, og tók 539 ferðafólk, men skipið er umbygd tvær ferðir síðani og seinast var í 2005. Skipið er nú 205 metrar langt og 25 metrar breitt, og tekur 820 ferðafólk.

Skipið var fyrst heimahoyrandi í Norra, men hevur seinastu árini verði heimahoyrandi á Bahamas oyggjunum.

Seinast skipið var í Føroyum var tá ið sólarmyrkingin var.

Myndirnar hevur Eyðun Høgnesen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder