2017-01-03 20:15

07 Vestur hevði í kvøld sína fystu venjing úti í sambandi við fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, har liðið skal royna seg í EFFO-deildini. Ein hópur uppá 26 mans vóru til venjing, og allir teir nýggju útlendsku leikarnir vandu eisini við, Ken Fagerberg kom til landið fyrst í desembur. Thiago Borges Pinto kom til Føroyar í gjár, og Petter Bjørlund lendi í Vágum seinnapartin.
Sonni Ragnar Nattestad vandi eisini við, hann fyrireikar seg til at fara til Norra at spæla við Molde.
Leikarnir hjá felagsliðnum í Vágum hava vant styrkivenjing í tveir mánaðir í venjingamiðstøðini VEN í Miðvági.
Vit tóku nakrar myndir av venjingini á Valloyrini í Sandavági í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald