Vinna

Meting um tilfeingið vika 22

...

2014-05-23 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Friday, 23 May 2014
Samandráttur:Línuskip: Tað eru nøkur línuskip við Ísland, tvey frysta umborð, vænti okkurt av hinum koma at landa seinni í vikuni. Eitt er við Rock All, hevur landa einaferð, veit ikki hvat hann ger so. So eru nøkur undir Føroyum, eitt kemur inn mánadagin, vænti okkurt av hinum seinni í vikuni.

??tróður. Streymurin verður góður, og veðrið sær út at blíva hampuligt, so væntandi verður nakað av útróðrafiski

Djúpvatnstrolarar: Ein er við Grønland og fiskar svartkalvi, frystir umborð. Ein fiskar blálongu og landar niðri. Restin liggur við bryggju.

Partrolarar: Teir, sum fiska upsa, eru runt Føroyar, men fiskaríið er heldur smáligt. Teir landa sum vikan líður.

Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tað er ein trolbátur til fiskarí, vænti hann kemur inn í vikuni. Landleiðin byrjar tann 24.05 so teir koma at landa seinni í vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip eru til fiskarí, eitt landar mánadagin, og ein landar síðst í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder