Línuskip: Eitt, møguliga tvey, línuskip landa týsdagin. Hava mest longu og nakað av brosmu. Seinni í vikuni kemur eitt undan Íslandi og tvey, møguliga trý, undan Føroyum. Tey hava mest av toski, longu, brosmu og svartkalva. Ein er undir Grønlandi og fiskar tosk, kemur møguliga inn síðst í vikuni. Fýra onnur línuskip eru undir Íslandi, men koma neyvan inn í vikuni.
??tróður. Streymurin verður harður, men veðrið verður gott, so kanska nakað av útróðrafiski verður kortini.
Djúpvatnstrolarar: Ein er við Grønland og fiskar svartkalvi, frystir umborð. Ein fiskar blálongu og landar niðri. Tveir fiska upsa og landa helst síðst í vikuni. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.
Partrolarar: Teir sum fiska upsa, eru runt Føroyar, fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein trolbátur er norð-vestanfyri og fiskar tosk. Restin av trolbátunum eru á landleiðini og fiska tosk, reyðsprøku, tungu, havtasku og so nakað av hýsu. Allir landa miðskeiðis ella seinni í vikuni. Garnaskip:
Tvey garnaskip eru til fiskarí, eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni.
Kelda: fmf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald