Samandráttur:
Línuskip: Tey flestu línuskipini eru til fiskarí. Næstan øll fiska tosk og hýsu, men onkur er sum fiskar mest av longu og brosmu. Fiskaríði er heldur smáligt hjá teimum flestu, men onkur er sum letur betur at. Vit vantað at tvey landa mánadagin, meðan hini landa seinni í vikuni. Ein er á Flemish Kap, meðan tveir ætlað sær avstað um vikuskifti, eisini á Flemish Kap.
??tróður. Streymurin verður góður og smb. veðurstovuni skuldi tað verði veður til útróður í nakrar dagar. So er at vóna at veðri roynist betur enn tað hevur gjørt higartil í ár. ??tróðrabátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu. Eru nýliga byrjaðir, so teir landa helst ikki fyrr enn síðst í vikuni. Tveir eru á Flemish Kap.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru eystanfyri. Tey landa, sum vikan líður. Fiskaríið er heldur smáligt hjá teimum flestu, men okkurt parið hevur havt gott fiskarí.
Trolbátar: Seks trolbátar eru nýliga byrjaðir túr, so helst koma teir inn síðst í vikuni. Teir fiska mest av havtasku, men onkur er, ið fiskar tosk og hýsu.
Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni. Fiskaríið er heldur fragari nú. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald