Vinna

Meting um avreiðingar í komandi viku

...

2014-03-22 06:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Meting um tilfeingið vika 13
Friday, 21 March 2014
Samandráttur:Línuskip: Eitt línuskip er undir Íslandi, men landar ikki í vikuni. Eitt fiskar brosmu og longu og landar mánadagin. So eru trý sum nýliga eru byrjaði túr. Helst landa tey síðst í vikuni. Tvey eru við Flemish Kap. Annar landar í vikuni. Bæði frysta umborð. Annars so kann man rokna við, at onnur línuskip fara út um vikuskiftið.??tróður. Eftir veðurforsøgnini og streymviðurskiftunum at døma, so verður helst onkur útróðrardagar. Bátarnir við línu, fáa so at siga bara tosk og hýsu. Enn hevur tað verið smáligt hjá bátunum við snellu.Djúpvatnstrolarar: Allir liggja inni, men vantandi fara nakrir út um vikuskiftið. Helst fer ein at fiska svartkalva, meðan hinir fara at fiska upsa. Annars so eru fýra djúpvatnstrolarar á Flemish Kap og fiska tosk. Allir frysta umborð.Partrolarar: Tey flestu pørini eru eystanfyri. Tey landa, sum vikan líður. Fiskaríið er smáligt.Trolbátar: Tveir fiska tosk og hýsu. Teir koma at landa mánadagin. Hinir liggja inni, men helst fer onkur út í næstum.Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin. Fiskaríið er heldur smáligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder