Marine Harvest Faroes vann báðar kappingarnar, sum eru blivin ein afturvendandi táttur á árligu Aliráðstevnuni. Smoltstøðin á Hellunum og alibrúkið á Funningsfjørði fingu heiðursbræv fyri ársins bestu úrslit.
Besta smoltstøð verður avgjørd eftir lægsta byrjunarfelli á sjónum, og tað var smoltstøðin hjá Marine Harvest Faroes á Hellunum, ið vann. Smoltstøðirnar hjá Bakkafrost við Gjógv og hjá Luna á Fútakletti blivu ávikavist nr. 2 og 3.
Jóhan Toftegaard frá smoltstøðini á Hellunum tók ímóti heiðursbrævi frá Havbúnaðarfelagnum fyri fyrsta plássið.
Besta alistøð á sjónum gjørdist alistøðin hjá Marine Harvest á Funningsfjørði, ið hevði besta effektivitetsindex. Hvannasund Suður hjá Bakkafrost var nummar tvey, og alistøðin á Miðvági gjørdist nummar trý.
Hendrik Joensen frá alistøðini á Funningsfirði tók ímóti heiðursbrævi frá Havbúnaðarfelagnum fyri fyrsta plássið.
Síggj fleiri myndir frá Aliráðstevnuni her.
Annars eru allar framløgurnar frá Aliráðstevnuni tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald