Vinna

Lýsingastova miðar eftir føroyska marknaðinum

...

2014-02-17 21:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska lýsingastovan Censure, sum veruliga hevur gjørt um seg á danska marknaðinum, stovnar føroyskt felag til tann føroyska marknaðin og setir nýggjan viðskiftastjóra í starv

Tíðindaskriv

Censure er lýsingastova, sum higartil fyri tað mesta hevur virkað á danska marknaðinum. Men manningin er føroysk og tann føroyski marknaðurin hevur altið ligið frammarliga í huganum hjá Arna Leivsgarð og Dann Thorleifsson, sum eiga og reka fyritøkuna.

-Vit loysa dagliga uppgávur fyri okkara føroysku kundar og tað hevur verið eitt ynski leingi at stovna eina fysiska deild í Føroyum við føstum fólki, soleiðis at vit kunna veita eina enn betri tænastu. Vit halda at tíðin er komin til hetta og vit gleða okkum veruliga at vísa okkara førleikar og dygdir, sigur Arne Leivsgarð, kreativur leiðari.

Høgni viðskiftastjóri

Tað verður Høgni Thomsen, sum kemur at standa á odda fyri føroyska Censure. Høgni hevur m.a. arbeitt sum marknaðarleiðari á Vodafone og hevur nógvar royndir at arbeiða við bæði privatkundamarknaðinum og innan vinnulívið í Føroyum.

-At vit valdu Høgna at samstarva við er eingin tilvild, tí vit halda, at vit við honum hava tað rætta toymið, sum krevst á føroyska marknaðinum, sigur Dann Thorleifsson.

Censure bjóðar allar tænastur innan lýsingar og marknaðarføring.

- Vit kunnu vera við allan vegin frá hugskoti til endaliga framleiðslu, og vit hava royndir frá nógvum og ymiskum verkætlanum ??? bæði í samstarvi við altjóða lýsingastovur og sum sjálvstøðugur heildarveitari. Tí kunnu vit veruliga bjóða føroyskum fyritøkum nakað serligt, sigur Arne.

Á danska marknaðinum

Lýsingastovan Censure varð stovnað í Keypmannahavn í 2010 av føroyingunum Arna Leivsgarð og Dann Thorleifsson.

At byrja við var virksemið mest sum afturat skúlanum og bróðurparturin av inntøkuni fór til at keypa nýggja framkomna útgerð. Í dag eigur Censure at kalla alla útgerð, ið skal til fyri at gera góðsku framleiðslur.

- Tað var hart í byrjanini at koma inn á marknaðin og vit fingu ikki veruliga fótin fastan fyrr enn við ársbyrjan í 2013. Síðani tá hava vit fingið sera nógvar fastar danskar kundar og samstarvsavtalur við miðlastovur í Danmark. Helst mest týðandi samstarvsfelagin er miðlastovan Mindmill. Tað samstarvið fevnir um, at teir standa fyri tí strategiska og vit fyri konseptunum og tí visuella, sigur Dann Thorleifsson.

Báðir eigararnir eru serliga væl nøgdir við støðuna á danska marknaðinum, og teir eru ernir av at hava loyst uppgávur fyri eitt nú Carlsberg, FLSmidth og ARP-Hansen hotelketuna.

- Censure arbeiðir í dag saman við eitt nú Fótbóltssambandi Føroya og Bakkafrost, og tað er minst líka spennandi at arbeiða við føroyskum kundum sum donskum, hóast marknaðurin er størri. Okkara vón er, at føroysku kundarnir kunnu fáa gleði av okkara royndum á krevjandi danska marknaðinum, sigur Dann.

Framleiðslan til føroyska marknaðin skal fyri tað mesta verða í Føroyum. Gongst eftir ætlan, verður nógv av framleiðsluni til danska marknaðin eisini gjørd í Føroyum. Tískil kann talan gerast um útflutning av lýsingum og øðrum hjá Censure.

Les meira um Censure og tey mongu avrikini, sum Censure hevur staðið fyri, á censure.fo

---

Myndatekstur: F.v. Arne Leivsgarð, Høgni Thomsen og Dann Thorleifsson, sum mynda lýsingastovuna Censure, ið letur upp nýggja deild til føroyska marknaðin.og setir niðskifa

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder