Vinna

Lønirnar í februar tær næstbestu nakrantíð

...

2014-03-22 05:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Lønirnar í februar tær næstbestu nakrantíð, tá útgoldnar vórðu 628 milliónir kr. í lønum. Hetta er næstmesta nakrantíð. Seinasta metið var í september 2013, tá 629 milliónir vórðu útgoldnar. Síðani september 2013 fullu útgjaldingarnar, men í februar lupu lær uppaftur. 
Í september 2013 vóru lønirnar tær bestu nakrantíð, útgoldnar vórðu 629 milliónir. Síðan tá eru lønirnar falnar, og í januar vóru tær minni enn 600 milliónir. Seinasta árið hevur trendurin víst vøkstur, størstan vøkstur í heyst. Men seinastu tíðina er ferðin hasað av, og vísir trendurin nú, at lønirnar vaksa um 0,2% um mánaðin, sum er ein vanligur vøkstur.




Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder