
Vitsóknasteftireinumframskygdum,ágrýtnumogdugnaligumlønarstjóraatstandaáoddafyriogmennalønar-ogstarvsfólkaumsitinglandsins
Starvið:
Lønarstjórin er ráðgevi hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í málum, sum viðvíkja lønum og setanartreytum hjá landsins starvsfólkum. Lønarstjórin er leiðari fyri lønardeildini. Á lønardeildini starvast í løtuni 3 fólk.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
??? standa á odda fyri sáttmálasamráðingum hjá landinum og samskipa framhald av gjørdum sáttmálum
??? hava ábyrgdina av at áseta lønir
??? vera ráðgevi hjá landsins arbeiðsgevarum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum
??? vegleiða og kunna um starvsfólkaviðurskifti
??? førleikamenna starvsfólkið og standa fyri starvsfólkarøktini
??? góðkenna lønarsáttmálar hjá kommununum
Førleikakrøv:
??? skal megna at arbeiða undir stórum trýsti
??? skal hava leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata
??? skal hava samráðingarroyndir
??? skal hava royndir við starvsfólkarøkt og -menning
??? skal hava hóskandi útbúgving
Setanarviðurskifti:
Starvið er flokkað í 38. lønarflokki hjá Felagi Tænastumanna Landsins, hóast tað ikki er tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Umsókn:
Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu stílast Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, og sendar sum teldupostur til: bab(at)fmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. septembur 2016. Starvið verður sett frá 1. novembur 2016 ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra, telefon: 35 20 20 ella 50 20 85.
Fíggjarmálaráðið skipar landsins búskaparstýring og leggur grundarlagið undir, at landsfyrisitingin greiðir sínar uppgávur væl. Høvuðsarbeiðsøkini hjá Fíggjarmálarráðnum eru: Búskaparmál, skattamál, fíggjarmál og lønar- og starvsfólkamál.???
VIT DRAGA EINA LÍNU ??? VIT SETA SKYNSEMI Í HÁS??TI ??? VIT VILJA VITA ??? VIT BR??TA SL??Ð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald