JN

Løgreglan sóknast eftir vitnum

...

2021-10-01 09:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við ein hending í Eysturbýnum í Havn 24. septembur, náttina millum hósdagin og fríggjdagin, bleiv ein ungur maður funnin uttan vit.

Ungi maðurin bleiv funnin umleið kl. 0400 í vegamótinum Djóna í Geilgøtu / Bókbindaragøtu og hevði skaðar í andlitinum.

Maðurin er um 20 ára gamal og var í svartari hettutroyggju, svørtum buksum og hvítum skóm.

Maðurin varð, áðrenn hann bleiv funnin uttan vit, seinast sæddur uttanfyri Hotel Brandan umleið kl.0130.

Løgreglan sóknast eftir vitnum, sum møguliga kunna siga, hvat er farið fram í tíðarbilinum, frá maðurin bleiv sæddur við Hotel Brandan, til hann bleiv funnin á Djóna í Geilgøtu.

Boðað løgregluni frá á tlf. 351448 ella 114

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder