JN

Løgreglan fingið nýggj videoprógv

...

2017-01-19 19:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan í Íslandi hevur fingið nýggj videoprógv, sum kunnu hjálpa í kanningararbeiðinum eftir 20 ára gomlu gentuni, sum eingin hevur sæð síðani leygarmorgunin.

Løgreglan hevur eisini tikið telefonirnar og teldurnar hjá teimum, sum eru undir illgruna í málinum.

Grímur Grímson løgregluovasti, vil ikki útala seg um, um nýggju videoprógvini eru frá Reykjavík ella Hafnarfirði. Tó er greitt, at Birna gekk eftir Laugavegi í Reykjavík, og tað er tað seinasta man veit um hvar gentan hevur verið.

Nýggju videoprógvini eru fleiri í talið. Løgreglan fær í heilum nýggjar upplýsingar frá fólki í Íslandi.

Les eisini:

Ísland: Skógvur funnin í Hafnarfjarðarhavn.

Tjúgu ára gomul kvinna hvorvin í Reykjavík.

Føroyingar eru ikki millum teir handtiknu

Avhoyringin tekur longri enn væntað

Ísland: Tveir mans varðhaldsfongslaðir í tvær vikur

Maðurin ið bleiv tikin í gjárskvøldið er leyslatin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder