JN

Løgreglan: Ávaring til ferðsluna og støðan sum heild.

...

2016-12-26 08:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LøgreglanKl. 06:35

Tað hevur í alla nátt verið av ringasta veðrið, men eftir kl. 02:30 hava so at siga ongar fráboðanir verið um skaðar. Umleið kl. 05:30 vaks vindurin aftur og kl. 06:08 var vindurin máldur til 78,7 m/sek í hvirlunum á Norðadalsskarði, ið eisini er mesti vindurin sum máldur er seinasta samdøgnið.
Tey økini, ið eru harðast rakt eru Klaksvík, Gøta, Kambsdalur og Skálafjørðurin.

Kl. 0010: Kambsdalur
Restin av lagurbygninginum hjá KJ Hydraulik er nú eisini farin í vindinum. Møguleiki er ikki at gera nakað við restirnar í verandi løtu, so nógv fýkur runt í økinum.

Kl. 2350: Undir Gøtueiði
Takpláturnar á landsvegnum Undir Gøtueiði eru ruddaðar burtur.
Frá sløkkiliðnum kann fráboðast, at øll koyring verður frárádd inntil í morgináðrini.

Kl. 2305: Sandavágshálsur
Nakað av autoverju er loysna á Sandavágshálsi og liggur út á vegin. ??ll ferðsla um Sandavágsháls er frárádd inn til í morgináðrini. Hetta verður lýst nærri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder