2016-09-03 13:50

Í morgun fekk MRCC eina fráboðan um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp tí hann hevði fingið trupuleikar við motorinum. MRCC sendi bjargingarbátin Lív eftir bátinum.
Lív fór av Havnini um gott 10-tíðina í morgun, og setti kós móti bátinum, sum tá var stæddur einar 5 fjórðingar eystur úr Mjóvanesi á Eysturoynni. Lív var hjá bátinum klokkan: 10:24, og tók bátin uppá sleip ið var farin eftir havhestum.
Klokkan 12:30 var Lív aftur á Havnini við bátinum, sum tíðliga í morgun fekk motortrupuleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald