2017-02-04 18:56

Tíðindaskriv
Rescue Lív tikin úr tænastu trýggjar vikur fram. Rescue Lív er í dag tikin úr tænastu, hann skal til árligt eftirlit og skal málast. Arbeiðið fer væntandi at takað umleið trýggjar vikur. Alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið og er tað manningin saman við serkønum fólkum frá verksmiðuni í Svøríki sum ger arbeiðið. Rescue Lív er nú 9 ára gamal og hevur royntst sera væl. Manningin telur 16 fólk harav eru tvær kvinnur. Tilsamans eru áleið 25 fólk knýtt at Rescue Lív.
T??R hjá Tórshavnar Sløkkiliðið er tøkur nú Rescue Lív er til árligt eftirlit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald