Vinna

Komandi ferðaleiðarar fingið innlit í vinnulig viðurskifti

...

2020-12-07 16:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: 26 skeiðsluttakarar frá ferðaleiðaraskeiðnum í Vestmanna vóru mikudagin í farnu viku í Vinnuhúsinum og fingu innlit í vinnulig viðurskifti.

Í ár verður ferðaleiðaraskeið fyriskipað á Miðnámi í Vestmanna á triðja sinni. Fyrstu ferðaleiðararnir í Vestmanna fingu prógv í 2018.

Komandi ferðaleiðararnir fingu kunning um ymisk vinnuviðurskifti. M.a. var kunnað um hvørjar uppgávurnar hjá arbeiðsgevarafeløgunum og vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsinum eru og harumframt um, hvussu okkara arbeiðsmarknaður er skipaður, í hvørjum vinnugreinum fólk í Føroyum arbeiða og hvussu arbeiðsvirkin vit eru. Somuleiðis var kunnað um tær ymisku vinnugreinarnar, hvussu tær arbeiða á hvørjum marknaðum o.l.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder