Línuskipið Kambur hevur sett kós vestur í hav - móti Flemmish Cap, har teir gjørdu 4 góðar túrar í fjør. fyrsta túrin fóru teir úr Føroyum um hálvan mai.
Kambur loysti av Havnini um 8-tíðina í kvøld. Vit fingu eitt prát við fittliga rokskiparan Mortan Mortensen, sum er ættaður úr Vági, men er búsitandi á Eiði.
Mortan segði seg verða spentan at fara á Flemmish Cap. Men um rætt var farið fram og "skott" sett millum trolarar og línuskip, so hevði hann valt at farið í mai og heldur fiskað við Føroyar í vár, segði Mortan, tá ið vit hittu hann, beint áðrenn fráferð í kvøld. Tað tekur eina góða viku at sigla á Flemmish Cap.
Tað eru 15 mans við Kambi hendan túrin - sí nakrar av manningini og skiparan á myndunum niðanfyri, sum vit tóku í kvøld.
Av línuskipun hevur enn bara Váðasteinur verið á Flemmis Cap í ár, men teir eru farnir at sigla heim - Váðasteinur hevði rokfiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald