JN

Jupiter siglir inn við góðum 900 tonsum av makreli

...

2016-09-04 00:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór í kvøld at sigla inn við góðum 900 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri kl. 15 sunnudagin.

Jupiter hevur roynt á 63,5N og 2W, har fleiri av føroysku skipunum royna.

Vit tosaðu umborð í nátt, teir hava havt av fagrasta veðrið hendan túrin.

Jupiter verður helst klárur at fara nýggjan túr seint mánakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder