Vinna

JT electric keypt felag í Skotlandi

...

2020-11-10 11:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv.

JT electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagiðSterner UK, sum hevur høvuðssæti í Inverness í Skotlandi.Sterner UK er eitt væl rikið felag og er sterkt á skotska marknaðinum innan tøkniliga tænastu ogvørumenning til alivinnuna. 

-Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at fáa fótin fastan í Skotska marknaðinum, og vit fegnastum, at kundarnir hava tikið sera væl í móti okkara vørum og okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur SuniJustinussen, stjóri í JT electric. Við vøkstrinum, sum vit hava uppliva í Skotlandi síðstu tíðina, so meta vittað vera neyðugt at taka hetta stigið og vera meira til staðar í skotska marknaðinum. 

Sterner UK hevur í longri tíð samstarva tætt við JT electric í samband við sølu og tænastu av føroyskuvørunum, sum er seldar til alivinnuna í Skotlandi. 

-Keypið av Sterner UK er partur av okkara vakstrarætlan uttanlands. Við hesum keypinum vænta vit, atvit kunnu betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sumvit virka á, sigur Suni Justinussen.Í samanlagda felagnum koma at arbeiða 70 dugnalig starvsfólk við servitan, sum koma at gera okkumenn meira kappingarfør í Føroyum og á heims marknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen. 

JT electric er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið hevurstarvsfólk í Føroyum, Danmark, Pólandi og Skotlandi. Sermerkta fóðurskipanin hjá JT electric verðurdagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggju tals milliónum laksum í nærum 70 alibrúkum kring heimin.Tað er P/F Tjaldur, sum eigur JT electric saman við leiðsluni í JT electric. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder