Vinna

Íslendski trolarin Barði met-góðan kongafiskatúr

...

2014-03-12 23:39 Author image
placeholder

 Fristitrolarin BARÐI kom til Neskaupstaðar í morgum eftir at hava verið til fiskiskap í tríggjar vikur. Hann hevur fiskað 560 tons hendan túrin, veiðan hevur eitt virðið uppá Ísl.kr. 123 mill.

Størsti parturin av veiðuni var kongafiskur, men teir høvdu eisini svartkalva, tosk og gulllaks sum hjáveiðu.

Mest royndu teir á Melsekk, sum er í ein útsynning úr Reykjanesrygginum, eisini varð roynt á Eldeyarbanka, tað sum teir høvdu av gulllaksi fingu teir í Grindavíkardýpinum og á Køtluhrygginum.

Skiparin Theodór Haraldson, sigur við svn.is , at teir høvdu vánaligt veður allar dagarnar - undantikið tveir, har veðrið var gott.

Barði fer nýggjan túr sunnudagin.

Sí eisini: Føroysku svartkjaftaskipini ávegis í altjóða sjógv vestur úr Írlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder