2014-04-10 21:13
Ímeðan føroysk skip landa svartkjaft í Íslandi - Jupiter og Tróndur í Gøtu - , sum er fiskaður í ES-sjógvi, so liggja 10 íslendsk uppisjóarskip í Føroyum og bíða eftir at svartkjafturin skal koma í føroyskan sjógv, tí íslendingar hava ikki loyvi at fiska í ES-sjógvi.
Í Havn liggja 6 skip - Vilhelm Thorsteinsson, Lundey, Jón Kjartansson Hakon, Gudmundur og Aðalsteinn Jónsson. Á Tvøroyri liggja 3 skip - Beitir, Børkur og Bjarni Olafsson, ímeðan tað 10. íslendska skipið, sum er Hoffell er á veg inn av svartkjaftafeltinum.
Í løtuni eru tað bara russisk skip, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Myndirnar, sum eru tiknar á Vestaruvág í Havn, hevur ??li Lindenskov tikið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald