Samandráttur: Línuskip: Eitt, møguliga tvey, línuskip landa mánadagin. Hava mest av longu, toski og nakað av svartkalva og blálonga. Seinni í vikuni koma helst trý línuskip av rygginum, mest toskur og nakað av svartkalva og blálongu. Tvey onnur koma eisini inn í vikuni, sum hava fiska mest av longu og nakað av brosmu. ??tróður. Streymurin verður góður. Veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri. Tað er ein blandingur av toski, hýsu og hvítingi, sum útróðrabátarnir fiska. Nakað av kalva verður eisini. Djúpvatnstrolarar: Ein er við Grønland og fiskar svartkalvi, frystir umborð. Ein fiskar blálongu og landar niðri. Tríggjir fiska svartkalva og landa vantandi síðst í vikuni. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju. Partrolarar: Teir, sum fiska upsa, eru runt Føroyar, fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks. Trolbátar: Tveir trolbátar av landleiðin og ein sum fiskar tosk og hýsu, landa mánadagin. Teir hava ein blanding av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku. Seinni í vikuni koma helst fýra-fimm trolbátar av landleiðini og ein trolbátur, sum fiskar tosk og hýsu, at landa. Garnaskip: Tvey garnaskip eru til fiskarí, eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald