![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
osa telist nú sum triði televeitarin í Føroyum, og kemur hetta at síggjast aftur á verandi telemarknaði.
Telefyritøkan fer at veita føroyingum spennandi og viðkomandi tænastur. Við nýggjari tøkni og nýhugsan, fer Tosa at kollvelta føroyska telemarknaðin fyri at betra um korini hjá tí einstaka føroyinginum.
Stigtakararnirtil fyritøkuna erTróndur Hentze Sørensen, Kurt Samson ogTummas við Skipá.
???Tað lá sum so ikki í kortunum, at eg skuldi gerast íverksetari, men eg fekk eitt hugskot, sum eg ikki ordiliga fekk slept. Sum lesandi niðri gjørdist eg skjótt vanur við bíligt telefonhald, og eg helt at føroyingar búsitandi í Føroyum, áttu at havt sama frælsi og møguleikar at velja bíligan televeitara, sum vit kenna tað frá okkara grannalondum???, sigur Tummas við Skipá, stjóri í fyritøkuni.
Tað serliga við konseptinum hjá Tosa er, at allar óneyðugar útreiðslur verða skornar burtur, fyri á tann hátt at gera haldið so bíligt sum gjørligt. Við at leiga seg inn á verandi net og ikki eiga tað sjálvi, ber til at halda prísin niðri, soleiðis at tann einstaki kundin bara rindar fyri tænastur, sum honum ella henni tørvar.
Tosa fer eisini at leggja seg eftir at veita tænastur til tey, ið verandi marknaður ikki loftar ??? tað eru m.a. støk, eldri og tey, sum ikki hava tørv á einum stórum familjuhaldi.
???Nýtslan av sosialum miðlum er vaksin hjá øllum aldursbólkum og vit eru farin at brúka meira data heldur enn telefon og tí hava vit lagt okkum eftir at bjóða telepakkar við nógvum GB til ein sera kappingarføran prís???.
Sum nakað nýtt í Føroyum hevur Tosa eisini íroknaðymiskar tænastur í haldini. Hetta eru tænastur, sum hava verið í londunum kring okkum í fleiri ár. Ein teirra er ókeypis hald frá Pling, sum gevuratgongd tilfleirienn 1000 vikubløð,m.a. Ude og Hjemme,Se og Hør,Femina, Bo Bedre, Vogue, Forbes og fleiri.
???Vit hugsa um umhvørvið og við at bjóða hesi talgildu bløðini stuðla vit uppundir grøna rákið. Harumframt dekka vit tørvin hjá einum størri málbólki á føroyska marknaðinum. Vit hava hugsað um øll, tannáringar, foreldur og okkara eldru???, sigur Tummas Skipá.
???Vit hava nú verið í luftini í nakrar tímar og her streymar inn við fyrispurningum og bíleggingum. Nógv spyrja, um tað ber til at varðveita sítt gamla nummar og tað er sjálvandimøguligt.???
Tosavónar, at føroyingar fara at taka væl undir við nýggju telefyritøkuni, sum nú er í ferð við at kollvelta føroyska telemarknaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald