JN

Hørdur Trygvason: Fantastiskt at sleppa við til HM í summar

...

2017-01-08 22:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hittu 17-ára gamla málmannin - Hørdur Trygvason - eftir sigurin á finnum í kvøld, vit ynsktu TILLUKKU og settu honum nakrar spurningar.

Hvussu føldist dysturin í kvøld?

- Tað var ein spennandi dystur - vit kláraðu at knekka teir, men eg hevði nervar í málinum.

Niklas byrjaði í málinum - tú komst inn og stóð sum ein brandur - tú var helst dagsins maður í dag - føldi tú tað eisini soleiðis?

- Nei, eg haldi at vit kempaðu sum eitt lið, vit høvdu ikki vunnið kappingina, um so var, at ikki allir vóru við, tað er heilt greitt, at tað var eitt liðavrik, sum vit gjøgnumførdu.

Er hetta tað størsta, tú higartil hevur verið við til í hondbólti?

- Ja, heilt sikkurt - at sleppa við til HM í summar, tað er fantastiskt - eg veit ikki - eg havi ikki orð fyri tí.

Hvat roknar tú við í HM í summar?

- Har eru nógv góð lið, men eg kenni ikki so nógv til U-21 kappingina. Vit koma at gera alt fyri at fáa so gott úrslit sum møguligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder