JN

Høgaberg siglur inn við fyrstu lastini

...

2017-01-15 12:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja skipið í Fuglafirði Høgaberg hevur sett kós móti Føroyum, teir byrjaðu at sigla klokkan 3 í nátt, teir hava verið á makrelveiðu eystan fyri Hetland.

Høgaberg hevur gjørt fýra hál henda túrin, og settu teir fyrstufer í gjár eftir døgurða. Høgaberg hevur 1360 tons umborð, og miðalvektin er væl yvir 400 gramm.

Høgaberg landar til Pelagos í Fulgafirði, og sleppa teir framat í annaðkvøld.

Við Høgabergi eru 14 mans, 11 av teimum skulu sigla við skipinum og 3 norðmenn eru eisini við.

Les eisini: Fram er á veg inn við makreli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder