Vinna

HIDDENFJORD tvífaldar gólvíddina á Fútakletti

...

2014-04-05 00:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HIDDENFJORD er farið undir eina munandi útbygging av smoltstøðini á Fútakletti - gólvvíddin verður tvífaldað.

Tað er avgrivið fyri nýggja bygninginum og nú verður økið planerað.

Atli Gregersen stjóri á HIDDENFJORD sigur, at teir í eina tíð hava fyrireikað arbeiðið av stóru útbyggingini á Fútakletti, hann sigur viðari, at høllin, sum verður bygd er góðar 100 metrar long og 30 metrar breið, t.v.s. at gólvvíddin verður økt við góðum 3.000 fermetrum.

Stjórin - Atli Gregersen - er sera spentur uppá hesa útbyggingina, hann sigur, at útbyggingin er eitt stórt stig framá í kappingini og at tá ið liðugt verður, verða teir munandi betri fyri í kappingini við aðrar alarar.

??tlanin er at smoltini skulu verða millum 15 og 17 mánar tá ið tey verða sett á sjógv, støddin á smoltunum fer tá at liggja millum 500 og 750 gramm, sum er júst tað sama, sum var sett út við Velbastað fyrr í vetur.

Atli Gregersen sigur, at við tað at smoltini fara at verða so stór, tá ið tey verða sett á sjógv, so koma tey ikki at verða í aliringunum so leingi sum nú, tað kemur at viðføra at smittuvandin á sjónum gerst minni, og samstundis koma teir eisini at spara aliøkini munandi.

Stjórin á Hiddenfjord sigur seg verða sera spentan uppá hesa stóru útbyggingina, hann vísir eisini á, at teir fara at spara nógvan pening í avlúsing o.ø um alt kemur at ganga eftir ætlan.

??tbyggingin verður væntandi liðug um mánaðarskiftið november/desember.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder