
Bjørn Kalsø, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard hava hesar viðmerkingar til broytingaruppskotið.
Við tað, at ongar framtíðar bindingar liggja í semjuni mæla Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Undir viðgerðini av fiskidøgum fyri 2016/17 hava Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin mælt til at taka skipanina við tillutan av eyka døgum ??? buffara - úr uppskotinum hjá samgonguni. Flokkarnir hava eisini mælt til at gera breiða semju um avmarkaðan niðurskurð fyri allar skipabólkar í fiskidøgum. Men hesar royndir hava tíverri ikki borið á mál.
Tí hava somu flokkar valt at vera við í hesum broytingaruppskoti, hvørs endamál er at avmarka negativu avleiðingarnar fyri vinnu og samfelag, ið høvdu staðist av førda fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, um hon helt fast við sínar ætlanir.
Upprunauppskotið hjá landsstýrinum hevði havt við sær ein niðurskurð á 30 % fyri bólkarnar 3, 4B, 4A og 4T við eini tillutan av eyka døgum á 15 %.
Harumframt varð skotið upp at skerja útróðrarbátarnar í bólki 5 við 15 %.
Hóast upprunauppskotið hevði havt ógvusligar og órættvísar avleiðingar fyri flotan, - ikki minst tann partin, sum hevði roynt á fjarleiðum, og sjálvt um upprunauppskotið hevði ført til væl størri veiðutrýst á grunnarnar á innaru leiðum, so valdi samgongan við 2. viðgerð at samtykkja uppskotið við smølum meiriluta, 16 fyri og 15 ímóti.
Hendan serliga og sera óhepna støða hevur gjørt, at partar av andstøðuni hava hildið tað vera neyðugt at gera alt fyri at avmarka avleiðingarnar av upprunauppskotinum.
Hetta er gjørt við at lækka niðurskurðin í fiskidøgum við eini helvt, úr 30 % í 15 %, og við eini nógv lægri tillutan av eyka døgum 7,5 %. Harumframt verður bólkur 5 skorin við 10 % heldur enn 15 %.
Hetta hevur við sær, at flotin ikki verður so meint raktur, og harvið kann halda fram við lønandi vinnuvirksemi næsta fiskiár.
Skipanin við tillutan av eyka fiskidøgum er eisini broytt soleiðis, at skip, sum hava fiskað á fjarleiðum undir Grønlandi ella í altjóða sjógvi, so sum NAFO øki, ikki missa dagar í so stóran mun, sum samgongan ætlaði.
Broytingaruppskotið hevur eisini við sær, at før, ið fáa tillutað eyka dagar í fiskiárinum 2016/17, ikki missa teir aftur í einum komandi fiskiári.
Sjálvt um broytingar nú eru gjørdar til tað betra, so finnast andstøðuumboðini kortini at háttinum, ið samgongan hevur arbeitt eftir í hesum og øðrum málum.
Tað óheppið, at umfatandi broytingar í lógini í um vinnuligan fiskiskap verða lagdar við, tá uppskotið um fiskidagar kemur í Løgtingið á ólavsøku. Orsøkin er, at tað er lógarásett, at fiskidagarnir skulu samtykkjast fyri 18. august. Tað ger, at stundirnar ikki eru nóg góðar at viðgera broytingarnar. Tað kann í ringasta føri hava við sær, at ótilvitaðar og óhepnar avleiðingar kunnu fylgja við broytingunum, - avleiðingar, sum als ikki hava verið viðgjørdar ella umrøddar frammanundan.
Vit skulu minnast til, at talan er um okkara høvuðsvinnu - okkara lívsgrundarlag og fyritreyt fyri okkara vælferðarskipanum ??? skúla-, heilsu-, almannaverki og samferðslu.
Annað, ið funnist verður at, er at samgongan brýtur prinsippið um at lóggeva í fullum gjøgnumskygni - við tað, at fiskiárið 2015/2016 verður nýtt sum grundarlag fyri, hvat skip og bátar kunnu fáa tillutað av eyka døgum komandi árini. Hetta verður gjørt, uttan at vinnan hevur havt møguleika at fyrireika seg, tí eingin visti av hesum frammanundan.
Heldur átti samgongan at arbeitt miðvíst við at gera semju um:
??? framtíðar fiskivinnupolitikkin, sum skal setast í verk í 2018
??? at útvega Føroyum betur marknaðaratgongd, so fleiri arbeiðspláss við virðisøking av fiskatilfeinginum fyri eyga kunnu setast á stovn í Føroyum
??? at gera vakstrarskipanir, sum skulu tryggja mest møguliga virðisøking í okkara høvuðsvinnu, og
??? fyri at verja tosk og hýsu at gera regluligar fiskivinnuroyndir við ymiskum fiskireiðskapi á stongdum leiðum eftir øðrum fiskasløgum, sum eisini kunnu hava eina ávirkan á hýsu- og toskastovnarnar.
Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin vóna, at hendan semja kann virka fyri at skunda undir, at landsstýrið fer til verka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald