
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
§ 52a-spurning nr. 107/2019 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi av hundum, kettum o.ø.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu nógv djór ferðast árliga til og úr Føroyum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at óttin fyri at fáa djórasjúku til Føroya er so stórur nú, at totalt forboð skal setast í verk fyri innflutningi av djórum?
3. Um so er, hvørjum ítøkiligum sjúkum er hesin óttin fyri?
4. Hvørt ár fara hundar til útlond til viðgerðar og kanningar, tí vit í Føroyum ikki hava neyðuga útgerð ella servitan til hetta. Hvat er ætlanin hjá landsstýrismanninum at gera við henda trupulleika?
5. Nógv djór ferðast uttanlands í sambandi við ymiskar kappingar. Hevur landsstýrismaðurin ætlan um at steðga hesum í framtíðini?
Svarað verður undir einum:
Áðrenn galdandi kunngerð kom í gildi í 2004, var talið av hundum og kettum, sum vórðu innflutt til Føroya, sera lágt. Í 2002 og 2003 var talið av innfluttum hundum og kettum ávikavist 34 djór og 90 djór. Í 2019 vóru omanfyri 300 djór (hundar og kettur) innflutt/endurinnflutt til Føroya. Talan er sostatt um eina ógvusliga øking hesi 16 árini, kunngerðin hevur verið í gildi.
Innflutningur av hundum og kettum úr útlondum hevur søguliga verið lítil og eingin, og tí eru fleiri djórasjúkur, sum eru vanligar aðrastaðni, ikki at finna í Føroyum. Føroyar eru harafturat landafrøðiliga avbyrgdar og tí rættiliga væl vardar fyri einari røð av djórasjúkum, sum eru vanligar í øðrum londum. Nakrar av hesum sjúkum kunnu smitta bæði djór og fólk, og av tí at summar av sjúkunum kunnu smitta fleiri djórasløg, kunnu tær lættliga spjaðast og eru tá ringar at basa. ??kti flutningurin av djórum økir vandan fyri, at slíkar djórasjúkur koma til Føroya.
Ferðamynstrið er munandi broytt, og tí er neyðugt at broyta reglurnar um innflutning av djórum soleiðis, at djórasjúkustøðan í Føroyum verður verandi góð. Ferðslan við djórum økist, og djórini koma úr alt meira fjarskotnum londum, eisini úr londum við ivasamari ella vánaligari djóraheilsustøðu. Sama mynstrið sæst í okkara grannalondum, har ferðslan økist munandi. Flestu djór, sum koma til Føroya, koma úr Danmark, men evropeiska meginlandið er at meta sum eitt veterinert øki, og tað merkir, at vandin fyri djórasjúkum eisini økist við djórum, sum koma úr Danmark. Frammanundan hevur ferðing við djórum verið avmarkað, og tí hava reglurnar fyri at ferðast við djórum verið lagaligar. Hetta er tó ikki ráðiligt longur, nú ferðslan við djórum er økt munandi.
Uppskot til kunngerð um innflutning av hundum, kettum og gitnaðarevnum er í løtuni til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Endamálið við hoyringini er júst at fáa fram allar viðkomandi viðmerkingar, og tá hoyringarfreistin er av, verða innkomnar viðmerkingar viðgjørdar neyvt saman við landsdjóralæknanum.
Tá henda viðgerð er av, ber til at svara settu spurningunum neyvari.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 24. juni 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald